Í gjár kappaðust Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen í NM-kappingini í olympiskari vektlyfting, sum verður hildin í Bylgjuni í Runavík.
Serliga var tað Niels Áki, sum hevði vónir um heiðursmerki, men hetta gekk tíverri ikki í í dag. Hann lyfti 92 kg í fyrstu royndini í trekk, og tá næsta royndin á 97 kg miseydnaðist, royndi hann 98 kg í triðju royndini. Tað lyftið sá gott út við føroyskum brillum, men tveir av trimum dómarum høvdu aðra fatan, og tí var lyftið kolldømt.
Frank Petersen, føroyski landsliðsvenjarin, sigur, at í EM- og HM-kappingum hevur venjarin sonevnt challenge-card – svarandi til VAR í fótbólti. Men tann reglan er ikki galdandi í NM.
Pól Hendrikur hevur drigist nakað við skaðar seinastu tíðina, men hann var heilt uppi ímóti sínum besta í dag.
Í trekk fekk hann øll trý lyftini góðkend, og tað seinasta av hesum var 96 kg. Í vend & stoyt gekk eisini væl, og hann lyfti 116 “uttan trupulleikar”. Hann royndi seg eisini við 121 kg í seinastu royndini, men tá eydnaðist tó ikki at fáa vektina heilt upp.
Endaliga úrslitið gjørdist sostatt, at Niels Áki gjørdist nummar fýra, meðan Pól Hendrikur gjørdist nummar fimm.