Tað hevur nú fingið avleiðingar fyri Rudy Giuliani, at hann royndi at hjálpa fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump at ógilda forsetavalið í 2020.
Fyrrverandi borgarstjórin í New York hevur fyribils mist sítt loyvi at virka sum løgfrøðingur í statinum New York. Tað slær ein kærudómstólur í New York fast í dag, eftir at hann róði uppundir, at forsetavalið í 2020 varð stolið frá sínum klienti, fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump.
Tað skrivar New York Times.
Kærudómstólurin á Manhattan sigur í sínari avgerð, at tað vóru tyngjandi prógv fyri, at Giuliani gav “sjónsk følsk og villleiðandi útsagnir til dómstólar, lóggevarar og almenninginum” í samband við royndini hjá Trump at ógilda valúrslitið.
– Hesar følsku útsagnirnar vórðu bornar fram fyri at styrka eina søgu um, at sigurin í amerikanska forsetavalinum í 2020 varð stolin frá hansara klienti vegna valsvik, sigur rætturin.
– Vit eru komin til ta niðurstøðu, at atferðin hjá tí ákærda hóttir áhugamálini hjá almenninginum og tí missir hann fyribils loyvi at virka sum løgfrøðingur.