Alt er ruðuleiki í Houston. Regnið steðgar ikki at oysa yvir milliónabýin, gøtur eru yvirfloymdar, og vatnbrunnar flóta yvir. Ódnin Harvey hevur ikki slept tøkunum enn.
Tað sá eina løtu út til at ódnin Harvey slepti takinum á Texas, men so var ikki. Eitt ovurstórt arbeiði er í gongd, við at royna at flyta fólk burturúr býnum. Hundraðtals bátar og tyrlur gera sítt til at koma framat fólk og fáa tey burturúr vandanum, men veðurumstøðurnar gera tað sera torført. Fólk standa á tekjunum á húsum teirra og vinka eftir hjálp.
Ein av meginvatnbrunnunum í Houston er nú eisini um at flóta yvir. Hetta fer at renna beint útí stóru ánna, Buffalo Bayou, ið rennur mitt ígjøgnum Houston, og floyma býin enn meira.
Íbúgvarnir í Texas, sum eru staðsettir í øllum ruðuleikanum hava ilt við at varðveita trúnna á, at myndugleikarnir klára at basa støðuni.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ferðast tí í dag til Texas fyri at vísa andlit og stuðul í hesari kreppuløtu.