Vónloysi veksur í Afganistan. Tað sama ger ruðuleikin.
Meðan altjóða miðlar boða frá, at meðan flestu vesturlendsku diplomatarnir og embætisfólkini eru blivin flutt úr landinum, so eru afganar í túsundatali samlaði við afturlatnu flogstøðina í Kabul.
USA hevur eftirlit við floghavnini, har øll vanlig rutuflúgving fyribils er avlýst fyri at tryggja, at útlendskir íbúgvar – har størsti parturin eru diplomatar og útlendsk embætisfólk – kunnu flýggja úr landinum.
Eftir standa vónleysir afganar í túsundatali, ið royna at sleppa burtur, og tað valdar stórur ruðuleiki á og uttanfyri flogvøllin í Kabul.
Nógv videobrot vísa, hvussu sivilir afganar samlast við inngongdina til flogvøllin, tí tey vilja sleppa burtur frá spentu støðuni í landinum, eftir at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan. Hetta hendir, eftir at útlendsku herdeildirnar eru farin úr landinum.
Fleiri afganar, ið annars vóru komin inn á flogvøllin og keypt ferðaseðil, fyri at sleppa úr landinum, verða noydd at fara úr flogførunum aftur, tí í løtuni er bert hernaðarflúgving á skránni, skrivar The Guardian.
Útlendskir miðlar skriva, at Taliban eisini er møtt upp við flogvøllin, har skot eisini hoyrast.
Taliban hevur, sambært The Daily Mail, upplýst, at tey góðtaka ikki at landsins borgarar skulu sleppa úr landinum.
Í gjárkvøldið skrivaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á Twitter, at borgarar, sum ynskja at sleppa úr landinum, skulu hava loyvi til tess.
Tyrlur fluttu í gjár fleiri diplomatar til flogvøllin, so hesi kundu sleppa úr landinum, eftir at Taliban tók seg inn í høvuðsstaðin fyrrapartin í gjár. Samstundis flýddi forsetin í Afganistan, Ashraf Ghani, úr landinum, og yvirfyri Al Jazeera kunngjørdi Taliban í gjár, eftir at hava tikið seg inn í forsetaborgina, at stríðið í Afganistan nú var av.