RSP og Eyðun & Terji hita upp í kvøld
Í kvøld klokkan 19:30 skulu føroyingarnir aftur í eldin
Ragnar Sjúrðarson
13. januar 2024 kl. 12:36
5000 føroyingar eru staddir í týska høvuðsstaðnum og eins og undan dystinum móti Slovenia verður skipað fyri upphiting fyri føroysku fjeppararunum.
Upphitingin byrjar í Kreuzberg Festzaal kl 16.30 har RSP og Eyðun og Terji fara at spæla.
Dysturin millum Føroyar og Noreg verður í kvøld klokkan 19:30 føroyska tíð.