Tað verður lagt upp til stóra veitslu, tá ið glóðheiti rappbólkurin RSP spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í august.
RSP fekk stóra gjøgnumbrotið fyri tveimum árum síðani, tá ið teir stórhittaðu við sanginum "Send mær meira pengar", sum framvegis kann fáa áhoyrarafjøldina at kóka, tá ið hann verður framførdir. Sangurin var kosin ársin útvarpshitt, og bólkurin vann heiðursløn sum Ársins spíri á FMA.
RSP spælir framfýsnan og lívligan hip-hop við ósmædnum tekstum og góðum løgum, og teir eru framúr á palli. Teir hertaka staðið, har teir spæla, og tað sást eisini í Berlin, tá ið fólk flippaðu út til teirra fangandi sangir undir upphitingini til dyst hjá manslandsliðnum í hondbólti.
Í august fer RSP at spíla seg út við framførslu á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august. Tað verður minnilig løta á Vágsbø, tá ið RSP fer at framføra sangir sum "Send mær meira pengar", "Ball í bilin", "Honky Tonk", "Hygg eftir mær" og aðrar.