Roysningur vitjar við Ljósá

Í dag er ein roysningur komin á vitjan. Hann heldur til við Ljósá - beint við Eiðisverkið

Sigurjón Einarsson
12. mai 2021 kl. 16:44

Hendingaferðir vitjar roysningur her í Føroyum, og í dag er ein av teimum døgunum, har roysningur vitjar.

Tí í dag er ein roysningur komin á vitjan. Hann heldur til við Ljósá – beint við Eiðisverkið.

Roysningur ella rosshvalur heldur til norðuri í kalda Íshavinum. Brimlarnir verða meira enn tríggjar metrar langir. Opnurnar heldur minni.

Roysningur heldur mest til í rúmum sjógvi. Húðin er 2,5 sentimetrar tjúkk, og undir húðini er tjúkt spik. Roysningur hevur sterkar og langar høggtenn. Høggtenninir vaksa so leingi, kópurin livir, og kunnu gerast meira enn 50 sentimetrar langar. Høggtenninar eru tekin um støðuna hjá kallroysningunum, tí hann við størstu tonnunum er vanliga oddadjórið í flokkinum. Við tonnunum kunnu teir taka seg upp á ísin ella grópa á botninum eftir maðkum, skeljadjórum og sniglum.

Opnan leggur ein hvølp uppi á land annaðhvørt ár, og hann heldur seg at mammuni tvey tey fyrstu árini.

Roysningar verða umleið 40 ára gamlir.