Royndur sjúkrahússtjóri á Ársins Leiðaradag 2025

Í 1980’unum brúkti hon hvørja summarferiu í Føroyum, og í januar vitjar hon oyggjarnar aftur.

Johnny í Grótinum
20. desember 2024 kl. 13:55

Eva Zeuthen Bentsen byrjar í 2025 sum sjúkrahússtjóri á Nordsjælland Hospital, men fyrsta lærdómin um sjúkrahúsleiðslu fekk hon frá Bentsen ríkisumboðsmanni, sum var pápi hennara. 

“Gerandislig leiðsla av vanliga virkseminum skal nógv meira á dagsskránna í sjúkrahúsverkinum” sigur Eva Zeuthen Bentsen, sjúkrahússtjóri í Psykiatri Region Hovedstaden, sum júst er sett í starv sum sjúkrahússtjóri í Nordsjælland Hospital frá 1. apríl 2025. “Tað skal ikki snúgva seg so nógv um stórar visjónir og háfloygdar orðingar um virðir, tí sjúkrahússtarvsfólk vita gott hvør høvuðsuppgávan er. Og vit skulu sum sjúkrahúsleiðsla nógv heldur seta vanliga rakstrarleiðslu á breddan, soleiðis at vit læra frá privata geiranum, sum støðugt hevur fokus á raksturin.”

Og hon hevur tað ikki frá ongum. Eva tók í 1996 ein PhD í sjúkrahúsleiðslu frá lærda handilsháskúlanum í Keypmannhavn, CBS. Síðani gjørdist hon granskari og leiðari fyri nýggja granskingareind á CBS við denti á leiðslu í almenna geiranum. Frá 2009-2015 var hon sjúkrahússtjóri á Gentofte Hospital fyri síðani at arbeiða sum leiðslukonsulentur inntil 2023. Nú situr hon aftur fyri borðendan í sjúkrahúsverkinum.

Men fyrsta íblásturin til sjúkrahúsleiðslu fekk Eva frá pápa sínum, Niels Bentsen, sum var ríkisumboðsmaður í Føroyum árini 1981-1988.

“Pápi mín var Bentsen ríkisumboðsmaður” 

Tá pápi Evu flutti til Føroya at arbeiða sum ríkisumboðsmaður, gekk hon á triðja árið á miðnámi, tí flutti hon ongantíð til Føroya at búgva. Tað gjørdu yngru systrar hennara hinvegin, tí brúkti Eva eisini summarferiur og aðrar feriur í Føroyum í 1980’unum. 

“Eg eru vaksin upp við áhuga fyri almennum organisatiónum og leiðslu” forklárar Eva. “Áðrenn pápi mín gjørdist ríkisumboðsmaður í Føroyum, starvaðist hann sum embætismaður í táverandi heilsumálaráðnum í Danmark, har hann fekst við ætlanarlegging í sjúkrahúsverkinum. So á tann hátt eri eisini uppvaksin við at halda tað vera spennandi.”

“Spurdi tú pápa um leiðslu, hevði hann nokk ikki vilja kallað tað leiðslu í almenna geiranum, tí tað hoyrdi eftir hansara tykki til í privata geiranum, meðan almennu leiðararnir í staðin administreraðu” greiðir Eva frá muninum millum fatanina av leiðslu í almenna geiranum tá og nú. “Tá eg byrjaði upp á mína PhD í leiðslu fyrst í 1990’unum, hoyrdi eg, at pápi mín hevði verið tilmeldaður eitt av leiðsluskeiðnum har á CBS, men slíkt fjas hevði hann ikki stundir til.”

Gransking, sum gjørdi mun

Granskingarverkætlanin hjá Zeuthen Bentsen var eitt nýbrot í 1996, tí tað var fyrstu ferð í Danmark, at nakar av álvara fór undir vísindaliga kanning av leiðslu í almenna sjúkrahúsverkinum. 

Sjúkrahúsleiðslur fokusera ov nógv upp á politikk

Ein av høvuðsniðurstøðunum í phd-verkætlanini var, at sjúkrahúsleiðslur ofta eru ov upptiknar við at nøkta ynskini hjá politisku skipanini og máta seg ov lítið upp á nøgdsemi hjá sjúklingunum. Íblásturin kom millum annað frá privatu vinnuni, sum í størri mun dugdi at seta kundan fyrst. 

Eftirfylgjandi blivu leiðsluástøðirnar eisini orðaðar í lærubøkur og annað frálærutilfar, sum bleiv brúkt til at læra yvirlæknarnar í sjúkrahúsverkinum meira um leiðslu. Higartil høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir í stóran mun einsamallar tikið sær av leiðslupartinum, men við hesum innsatsinum átóku læknarnir í størri mun leiðsluleiklutin. 

Beinleiðis ávirkan á sjúklinganøgdsemi

Í 2009 fekk Eva høvi at lata tað leka millum teori og praksis, tá hon gjørdist sjúkrahússtjóri á Gentofte Hospital.

“Eg eri allarmest stolt av, at vit í míni stjóratíð har fingu bøtt munandi um sjúklinganøgdsemi frá at hava eitt av lægstu úrslitunum til at teljast millum topp trý í ríkinum, tá tað snúði seg um sjúklinganøgdsemi” staðfestir Eva. “Vit gjørdu nøkur ítøkilig átøk til at bøta um fysisku karmarnar, samskifti við sjúklingarnar og broyttu virkismentanina til at hava sjúklingin í miðdeplinum.”

Leggur psykiatri og somatikk saman í nýtt sjúkrahús

Eftir 9 ár í konsulentvinnuni tók Eva Zeuthen Bentsen fyrr í ár aftur við einum stjórastarvi í sjúkrahúsverkinum, tá hon gjørdist ovasti stjóri fyri teimum 5.000 starvsfólkunum í Psykatri Region Hovedstaden. 

Fyri tveimum vikum síðani bleiv almannakunngjørt, at Eva frá 1. apríl 2025 er ovasti stjóri á Nordsjælland Hospital. Hetta hendir í kjalarvørrinum av Heilsunýskipanini hjá donsku stjórnini, sum inniber eina samanlegging av somatikkini (kropslig viðgerð) og psykiatriini (sálarlig viðgerð) í Norðursælandi. Nordsjælland Hospital flytur í spildurnýggjan sjúkrahúsbygning í 2026. 

“Kanska eri eg fyrsta ítøkiliga úrslitið av samtyktu heilsunýskipanini” greiðir Eva frá. “Staðfest er í fleiri kanningum, at deyðiligheitin er størri millum psykiatriskar sjúklingar, tí er ein av hugsanum við samanleggingini, at somatiska viðgerðin er tættari hjá. Men eftir mínum tykki er tað eisini heilt avgerandi, at tær báðar organisatiónirnar við hvør sínari virkismentan og starvsfólkahópum í størri mun ‘búgva saman í sama bygningi’ Eisini vil tað viðføra eina avstigmatisering av psykiatriskum líðingum at gerast partur av somatikkini.”

Skynsemi og samskifti eyðkenna góða leiðslu

Á Ársins Leiðaradegi 2025 skal Eva leggja føroyskum leiðarum lag á viðvíkjandi tí at útinna góða leiðslu í framtíðini. Spurd hvørjar styrkir leiðarar skulu hava, svarar hon:

“Hetta kann ljóða sum eitt sindur undarligt svar, men klókskapur er ein avgerandi leiðslueginleiki, ella tað at vera intellektuelt væl fyri” svarar royndi sjúkrahússtjórin og leggur afturat: “Ein leiðari skal helst vera minst líka so klókur sum síni starvsfólk og millumleiðarar. Ikki at man er líka so góður serfrøðingur, men líka klókur og hava førleikan at skilja, hvussu serfrøðingurin loysir kjarnuuppgávurnar.”

“Harnæst er orka avgerandi. Serliga tá man skal fremja truplar broytingartilgongdir í kompleksum organisatiónunum” greiðir Eva frá. “Góður humor hevur eisini týdning!”

Og at enda vísir Eva á tørvin á at seta rakstur meira á dagsskránna bæði í almenna og privata geiranum: 

“Gerandislig leiðsla av vanliga virkseminum skal nógv meira á dagsskránna í sjúkrahúsverkinum. Heilsustarvsfólk eru sera tilvitaði um, at vit hava tørv á at gera neyðugar tillagingar, soleiðis at førleikarnir verða gagnnýttir so skynsamt sum gjørligt. Eitt nú at uppgávur og ábyrgd verður flutt frá sjúkrahúsverkinum til kommunulæknarnar. Tað krevur góða leiðslu, neyva ætlanarlegging og greitt samskifti.”

Stutt um Eva Zeuthen Bentsen: 

Fødd í 1964.

Cand.merc. og ph.d. fra Copenhagen Business School

Starvsleiðin inniber m.a.: 

Sjúkrahússtjóri á Nordsjælland Hospital frá 1. apríl 2025

Leiðsluráðgevi, Storm Zeuthen, 2015-2023

Sjúkrahússtjóri, Gentofte Hospital, 2009-15

Stovnsleiðari, Institut for Ledelse, Politik og Filosofi, CBS, 2005-09


Hetta er ein rættað útgáva av blaðgreinini í Dimmalætting.