Verkfall er og av tí sama er einki bensin og diesel at fáa nakrastaðni og tískil er brennievni ein góð søluvøra í hesum døgum.
Men ein so stór trotvøra kann eisini verða freistandi at stjala, so tað ræður um at ansa væl upp á teir droparnar, ein eigur.
Men klokkan 03.40 mitt í nátt ringdi ein bileigari í Havn til løgregluna at melda, at nakrir unglingar vóru í ferð við at stjala bensin úr bilinum hjá honum.
Løgrelan fór at kanna málið og tað vísti seg, at tað var eitt lið av 15 - 20 blaðungum, undir 18 ár, sum vóru runt í Havnini og royndu at stjala bensin úr bilum.
Teir vóru á súkklu og á rennifjalum, og teir høvdu dunk við so løgreglan heldur, at teir helst hava havt skutarar, sum hava manglað bensin.
Men tað gekk illa, tí teir fingu einki burtur úr. Hinvegin hevur løgreglan tosað við nakrar av unglingunum og tey fara at tosa við fleiri í dag, og við foreldrini.