Royndu at sleppa ígjøgnum Sandoyartunnulin - á skutara

Men tað er ikki loyvt og tað fáa teir bót fyri

Áki Bertholdsen
7. januar 2024 kl. 10:30

Mitt í nátt varnaðist løgreglan, at tvey fólk vóru á veg ígjøgnum Sandoyartunnilin - á skutara. Men tað er hvørki loyvt at fara ígjøgnum Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnulin til gongu, á súkklu, ella á skutara, og tað er væl merkt við skeltum uttan fyri tunlarnar.

Sostatt stóð løgreglan fyri teimum, tá teir komu út aftur og førararnir báðir fáa bót.

Og tað er ringt at sníkja seg ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tí hvør einasti metur av teimum er dekkaður av vakmyndatólum, so har sleppur einki ígjøgnum uttan at verða uppdagað.