Royndu at lokka smádreingir upp í bilin

Løgreglan vil fegin frætta um nakar hevur uppliva nakað líknandi

Áki Bertholdsen
28. oktober 2024 kl. 07:52

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at tveir mans høvdu roynt at lokka nakrar smádreingir upp ein bil.

Løgreglan sigur, at talan var um tveir ungar mans í einum bili í Gundadali, sum steðgaði við nakrar smádreingir, um 12 ára aldur, og bjóðaðu teimum biltúr. 

Men tá ið dreingirnir ikki vildu upp í bilin við fremmandafólki, royndu teir báðir í bilinum at lokka teir við góðgæti.

Men smádreingirnir stóðu ímóti freistingini og vildu framvegis ikki upp í bilin - og so tá ið tann eini fór at tosa um at ringja til løgregluna var bilurin skjótur at koyra avstað.

Dreingirnir góvu sær ikki far um bilin, men talan var um ein ljósan bil.

Løgreglan sigur, at hetta kann saktans hava eina nátúrliga forkláring. Men tey halda kortini, at hetta er ein óvanlig atferð, sum elvir til ótryggleika og tí hava tey tikið málið upp.

Tí heitir løgreglan á børn og foreldur, sum vita um nakað líknandi, um at siga teimum frá.