Afur í gjár fekk løgreglan eitt mál, har svikarar royndu at tvinga ein føroying at rinda teimum pengar. Hetta fer alt fram á internetinum og løgreglan sigur, at tað er javnan at fólk ringja til tey at melda, at onkur roynir at kroysta tey eftir pengum.
Mátin kann verða eitt sindur ymiskur. Talan kann vera um, at fólk fáa mail, har ein svikari skrivar, at hann hevði fingið atgongd til telduna hjá teimum, og vilja fólk ikki rinda tað, svikarin krevur, fer hann at almannakunngera myndir og videobrot, hesi fólkini skulu eitast at hava liggjandi á telduni.
Løgreglan sigur, at tað er einki hald í slíkum hóttanum, tí svikararnir hava ikki atgongd til teldurnar hjá fólki.
Tí mæla tey fólki frá at rinda – og fólk skulu heldur ikki svara slíkum mailum. Men tey mæla samstundis til at broyta loyniorðini.
Talan kann eisini vera um, at fremmand fólk seta seg í sambandi við fólk i Føroyum og samskifta við tey á internetinum. Tey samskifta so mikið nógv, at tey verða so »væl«, at tann fremmandi fær lokka fólk til at senda sær meiri ella minni ónærisligar myndir.
Hetta var tað, talan var um í hesum førum. Men tá ið myndirnar so vórðu sendar, kemur hóttanin, at antin rinda tey eina upphædd, sum ofta er fleiri túsund krónur, fara tey at almannakunngera myndina á internetinum, ella tey fara at senda hana til allar vinirnar, tey hava á Facebook.
Løgreglan sigur, at tað kann ikki endurtakast ov ofta: Fólk skulu lata vera við at senda myndir á internetinum, sum tey ikki vilja, at onnur skulu síggja.
Eisini í hesum føri hevur løgreglan bara eini ráð: Lar vera við at gjalda og tak heldur skrædlið, sum kanska kemur.
Løgreglan sigur, at hóast fólk tey lata seg kroysta og sostatt gjalda, hava tey als onga trygd yvirhøvur, fyri, at tað ikki bara vindur upp á seg og at tey verða kroyst eftir upp aftur meiri pengum, og at tað aldrin fær ein enda.
Løgreglan sigur, at talan er um vaksin fólk, sum í roynd og veru hava rætt til at senda myndir av sær sjálvum á internetinum.
Men tey ávara kortini fólk ímóti at gera tað, tí tað kann skjótt fáa avleiðingar. Løgreglan sigur, at talan er um svikarar, so hóast tey, sum samskifta við fremmandafólk, eisini fáa fatan av, at tey eru væl, er veruleikin tann, at tey hava ikki peiling av, hvør er í hinum endanum.
Løgreglan sigur eisini, at slík mál verða at kalla aldrin uppklára, tí svikararnir kunnu sita hvar sum helst, og tað er mark fyri, hvussu nógva orkum løgreglurnar uttanlands, brúka upp á slík mál.