Royndi at smugla hassj við Norrønu

Tollarar fingu illgruna til ein mann, so hann varð tikin

Áki Bertholdsen
21. mai 2024 kl. 07:41

Tá ið Norrøna koma á Havnina í gjáramorgunin, vóru tollarar, sum vanligt, á ferjuleguni og tóku ímóti. Tá fingu tey illgruna um, at ein ávísur ferðamaður smuglaði og tí varð ringt eftir løgregluni. Tey funnu einki uppi á honum, so hann varð sendur í skannara á Landssjúkrahúsinum.

Har sóu tey, at hann hevði stungið nakrar klumpar upp í baktarmin, so hann varð tikin á løgreglustøðina, har hann varð settur á pottin.

Løgreglan sigur, at nú í morgun hevur hann avreitt alt hann hevði uppi á sær, og tað vísti seg, at talan er um 30-40 gramm av hassji.

Løgreglan sigur, at nú er hann skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni og í hesum føri verður tað avgreitt við eini bót tí nøgdin er so lítil.