Danmark leggur stóran dent á at halda altjóða reglurnar um at útflýggja brotsfólk ímillum lond. Tað sigur Peter Hummelgaard, løgmálaráðið í Danmark.
Í morgin varð hann boðsendur at koma í samráð í rættarnevndini í Fólkatinginum at standa til svars fyri tað, at Paul Watson er handtikin í Grønlandi og at tey nú viðgera eina umbøn frá Japan um at fáa hann útflýggjaðan.
Tað er tveir fólkatingslimir úr Sosialistiska Fólkaflokkinum, sum hava tikið stig til samráðið. Eitt, hann vil hava at vita, er um tað verður tikið við í viðgerðina - og um tað eru linkandi umstøður - at Paul Watson var á veg til Japan at steðga einum lógrbrotið, tí altjóða dómstólurin í Haag er komin til ta niðurstøðu, at japanska hvalaveiðan er ólóglig.
Tað eru fleiri politikarar úr ymsum flokkum í Danmark, sum hava verið ímóti at Paul Watson verður útflýggjaður til Japan.
Hann heldur, at løgfrøðiliga grundarlagið er tunt tí at tað, Japan vil hava hann útflyggjaðan fyri, hendi í 2010, tá ið hann skal hava lagt seg út í japansku hvalaveiðina har.
Peter Hummelgaard er rættiliga bilsin um um, at nakrir fólkatingslimir, stjórnarleiðarar úr útlondum, og onnur kend fólk, eru so altráð eftir at gera hetta til eitt politiskt mál, tí hetta er ikki eitt politiskt mál.
Hann sigur, at talan er um eitt løgfrøðiligt mál, sum verður viðgjørt nágreiniliga og sakliga, og so skjótt, sum til ber, eftir lógarinnar bókstavi.
Peter Hummelgaard sigur, at tey leggja stóran dent á at halda altjóða reglurnar um at útflýggja lógbrótarar ímillum lond. Hann minnir á at Danmark hevur brúkt hesar reglurnar ofta og hevur biðið um at fáa brotsfólk útflyggjað.
Hann ásannar, at tað eru politikarar, sum vilja gera málið um at útflýggjað Paul Watson til Japan, til eitt politiskt mál, tí tað er tað ikki. Hann ávarar eisini ímóti hesum tí hann sigur, at Danmark leggur stóran dent á at virka eftir altjóða reglunum um at útflýggja brotsfólk. Danmark hevur rættiliga nógv fólk, sum hava brotið lógina í Danmark, men sum eru rýmd av landinum, og sum tey vilja hava útflýggjað til Danmark.
Talan er um brotsmenn, sum eru, eitt nú ymsastaðni í miðeystri og stóra brotsmannaliðum í Danmark. Vit vita hvørjir teir eru, og hvar teir eru, men vit fáa teir ikki útflýggjaðar.
Hann sigur, at nú viðgerð løgreglan í Grønlandi um treytirnar fyri at útflyggjað Watson, eru til staðar. Tá ið tey eru komin til eina niðurstøðu, verður hon send løgmálaráðharranum, sum síðani tekur endaliga støðu.
Hann vísir eisini á, at verður niðurstøðan at hann skal útflýggjast, kann málið leggjast fyri rættin.
Paul Watson stríðist bara fyri seg sjálvan
Føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, tók eisini orðið og hann skilir ikki, hvussu politikarar kunnu koma til ta niðurstøðu, at Paul Watson stríðist fyri at bjarga hvalum.
– Paul Watson er so víðgongdur at hann er tveittur úr tveimum umhvørvisfelagsskapum sum stríðast fyri at bjarga hvalum. Enntá er hann eisini tveittur úr Sea Shepherd, sum hann sjálvur stovnaði á sinni.
Sjúrður Skaale heldur, at tað sigur alt um, hvussu víðgongdur hann er.
Hann sigur, at Paul Watson hevur aldrin stríðst fyri hvalirnar, hann hevur bara stríðst fyri seg sjálvan.
Eitt pánhald, sum er ført fram, er, at verður Paul Watson sendur til Japan, fer hann ikki at fáa eina rættvísa rættargongd.
– Tað er ein ógvulga álvarsom avgerð, tí verður hetta niðurstøðan, er hetta tað sama sum at danska stjórnin sigur, at Japan, sum er ein sameindur hjá Danmark, er ikki eitt rættarsamfelag. Tað er eitt álvarsmál, sum fer at koma Danmark í eina ringa støðu, sigur Sjúrður Skaale.
– Og tað er eisini skeivt, í Japan er ikki eitt rættarsamfelag.
Hann heldur, at tað er eitt álvarsmál at gera hetta til eitt politiskt mál, tí so fer rættarskipanin av kós, tá ið mál skulu avgerast, alt eftir, hvør hevur politiskt tekki ella ikki.