Dagurin í dag er ein avgerðandi dagur í samráðingunum ímillum Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini um ein nýggjan sáttmála.
Arbeiðarafeløgini samráðast í tveimum. Havnar Arbeiðskvinnufelag er fyri seg og hini fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, samráðast saman.
Sáttmálin gekk út 31. apríl á midnátt, men tað eydnaðist ikki pørtunum at finna semju um ein nýggjan sáttmála.
Tí varð semingsmaðurin boðsendur og tað fyrsta hann gjørdi var at útseta eitt møguligt verkfall til á midnátt í kvøld.
Annars hevur hann brúk tíðina til at lodda dýpið fyri at finna eitt grundarlag at samráðast á.
Og Terja Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tey eru aftur farin undir semingsroyndina í morgun og endamálið er at fáa partarnar at nærkast hvørjum øðrum so mikið, at tað er grundarlag fyri at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Hann sigur í morgun, at sum støðan er nú, er tað ov langt ímillum partarnar til at talan kann verða um eitt semingsuppskot.
Eyðvitað er tað fyrst og fremst lønarkrøvini, sum skilja partarnar, men semingsmaðurin sigur, at vónin er, at tað verður einaferð seinni í dag, ella í kvøld, at tað verður nøkur meining í at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Eydnast tað ikki, ella vrakar onkur av pørtunum eitt møguligt semingsuppskot, er eisini vandi fyri landsumfatandi verkfalli.