Nú er ætlanin at birta lív aftur í føroyska dansin í Suðuroyar norðaru helvt. Har hevur annars verið dansifelag, men tað hevur ligið stilt í fleiri ár.
Dansifelagið í Suðuroyar norðari helvt varð stovnað í 1974. Endamálið við felagnum var at birta lív aftur í føroyska dansin í norðari helvt av Suðuroynni; hann var um hetta mundi at kalla burturdeyður í hesum partinum av oynni.
Soleiðis skrivaði Jacob Olsen, sáli, í einum skrivi fyri nógvum árum síðani.
– Nógv er broytt, síðani hetta felagið varð stovnað, og eru nógvir limir ikki millum okkum longur, sigur Nita Næs í Nesi í Hvalba, sum er ein av teimum, sum nú gera eina roynd at fáa lív aftur í felagið.
– Okkara dansifelag hevur ikki verið virkið í nøkur ár, og nú ætla vit at gera eina roynd at fáa lív aftur í felagið, sigur hon.
Felagið átti hús í Trongisvági, har tey dansaðu nógv. Men sum árini gingu, varð tað alsamt tyngri at umsita húsið. Limirnir gjørdist eldri, og tað gekk illa at fáa yngri kreftir at taka við, siga fyrireikararnir.
Tískil varð húsið selt og eftir tað varð av og á dansað í Ranhøll í Sandvík.
Seinasta vetur savnaðust nøkur í skúlanum í Nesi, har børn og vaksin komu saman at kvøða, frá jólum til føstan byrjaði. Hendan royndin at savna vaksin og børn at dansa saman fekk stak góða undirtøku.
– Nú vit síggja, at áhugi er, so fara vit at royna at fáa felagið virkið aftur, siga fyrireikararnir.
Sostatt verður fundur í Hvalbiar skúla mikukvøldið 22. januar klokkan19, har tey fara at skipa nýggja nevnd.
Nita Næs sigur, at tey ætla at byrja við lættum vísum og kvæðum fyri at øll skulu føla seg vælkomnan, eisini tey, ið ikki eru so von at fara upp á gólv.