Roykstovan bjóðar í føðingardag
Kenda vertshúsið í Klaksvík rundar hálva øld
Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 11:40
Í ár eru 50 ár liðin, síðani Roykstovan í Klaksvík læt upp á fyrsta sinni, og tað fara tey at hátíðarhalda leygardagin.
Frá klokkan 17 eru fólk vælkomin í stovuna at hugna sær, og tey bjóða okkurt leskiligt ábit. Eisini verður ymiskt undirhald og tónleikaframførslur.
Føðingardagurin heldur fram út á kvøldið og náttina, og frá midnátt spælir Jens Marni Hansen í Roykstovuni.
– Dagurin verður hugnaligur og náttin festlig. Vit heiðra okkara søgu, okkara framtíð og ikki minnst tykkum – okkara góðu kundar, vinir, kæru familju – uttan tykkara stuðul og álit var eingin Roykstova, siga tey á facebook.
Roykstovan liggur á Klaksvíksvegi í Klaksvík.