Bretska parlamentið hevur samtykt eitt roykibann, skrivar BBC. Nýggja lógin skal forbjóða sølu av sigarettum til øll fødd aftaná ár 2009.
Har mangla nøkur stig áðrenn tað verður til lóggávu. Til dømis skal lógin eisini góðkennast av House of Lords, men tað eru útlit til at lógin gerst galdandi longu í ár.
Tað er forsætisráðharri Rishi Sunak sum stendur á odda fyri uppskotinum, men hann hevur ikki stuðul frá øllum flokkinum hjá sær. Eitt nú fyrrverandi forsætisráðfrú Liz Truss atkvøddi móti uppskotinum. Sagt verður, at uppskotið avmarkar persónligt frælsi og er ein møgulig glíðibreyt til at forbjóða eitt nú ósunnan mat og rúsdrekka.
Tubbak fyritøkur royna at forða fyri nýggju lóggávuni umvegis ymiskt lobby virksemi, skrivar The Guardian. Hetta inniber millum annað at skjóta upp at hækka aldursmarkið fyri royking úr 18 til 21 ístaðin fyri at forbjóða tað heilt, ella gera undantøk fyri sigarir.