Roskilde festivalurin kunngerð høvuðsnøvn
Bruno Mars er eitt av fyrstu kunngjørdu høvuðsnøvnunum, ið skulu spæla á Roskilde festivalinum næsta ár
Guðrun í Jákupsstovu
26. oktober 2017 kl. 15:02
32 ára gamli, heimskendi sangarin frá Hawaii, Bruno Mars, er júst blivin kunngjørdur sum eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde festivalinum næsta ár.
Hann er vorðin kendur fyri mong hittløg, eins og Grenade, Just the Way You Are, That's What I Like og Uptown Funk.
Umframt hetta høvuðsnavnið eru Roskilde festivalurin eisini so smátt byrjaður at kunngerða onnur nøvn. Millum hesi eru danski C. V. Jørgensen, ið sera sjálvdan longur spælir alment. Eisini er skotski bólkurin, Mogwai, svenski bólkurin Watain og danski bólkurin Myrkur.