Rósan úr Støkk í finaluni HM í estetiskum fimleiki

HM í estetiskum fimleiki er í Estlandi í hesum døgum og fimleikaliðið Rósan úr Støkk luttekur fyri fyrstu ferð í kappingini IFAGG Trophy, sum er í bólkinum short programme.

Jonhard Hammer
21. november 2024 kl. 13:35

Rósan úr Støkk í finaluni HM í estetiskum fimleiki er í Estlandi í hesum døgum og fimleikaliðið Rósan úr Støkk luttekur fyri fyrstu ferð í kappingini IFAGG Trophy, sum er í bólkinum short programme.

Tær hava kappast innleiðandi í morgun og eru komnar víðari í finaluna sum nr. 7 við 16,3 stigum.

Tær eru væl nøgdar við úrslitið, og spennandi verður at fylgja við í finaluni í morgin, har tær m.a. kappast móti sterkum liðum úr Bulgaria, Finnlandi og Japan.