Rópa neyðarróp eftir fleiri bjargingarfólkum í Suðuroy

Allir mans hjá sløkkiliðnum í norðaru helvt í Suðuroy, eru til arbeiðis, men teir halda ikki stand

Á Porkerishálsi eru næstan 50 metrar um sekundið
Áki Bertholdsen
31. januar 2024 kl. 11:38

Sløkkiliðið í norðaru helvt rópar nú neyðarróp eftir fleiri bjargingarfólkum. Tað er av allarringasta veðrið í Suðuroy og tað er eisini sum forsøgnin hevur boðað frá.

Tey siga, at øll bjargingarfólkini eru til arbeiðis, men at brúk er fyri fleiri fólkum at hjálpa. Tí heita tey á fólk, sum hava umstøður til tað, um at møta á branstøðini í Ørðavíkarlíð, og tey heita eisini á fólk um at vera ílatin eftir umstøðunum.