Tað er lagt upp til samráðingar í London millum Wayne Rooney og Birmingham.
Soleiðis ljóðar fráboðanin frá Sky Sports, sum váttar, at fyrrverandi Premier League stjørnan er lend í enska høvuðsstaðnum.
Í seinastuni hava tað verið fleiri gitingar um, at Birmingham hevur sæð hann sum mannin, ið skal føra felagið aftur í Premier League, og nú skulu partarnir hittast fyri at samráðast um eina avtalu.
Birmingham, sum spælur í Championship, hevur fyri stuttum koyrt John Eustace til hús. Úrslitini hjá felagnum hava verið frálík, men frágreiðingin sigur, at har hava verið ósemjur millum Eustace og leiðslu felagsins.
Rooney er í løtuni uttan nakað felag. Fyri fáum døgum síðani fór hann frá DC United, har hann hevur verið venjari í eitt tíðarskeið.
Umframt DC United, hevur Rooney áður verið venjari hjá Derby í The Championship.