Ein sending um B36, framleidd av B36’arum. Tað er í stuttum arbeiðsætlanin fyri B36-varpið, sum verður sent hvønn hósdag frá klokkan 16 til 17 á FM1.
Tað er fjepparafelagið hjá B36 – Floksmenn – sum stendur fyri sendingini, ið verður óheft av sjálvum felagnum, skrivar B36 í kvøld.
Endamálið er at siga søgur úr Føroya størsta fótbóltsfelagsskapi, har allur felagsskapurin verður í fokus.
Vertur er Ronnie Thomassen.
- Hetta verður kanska eitt sindur øðrvísi enn fjepparavørp, sum vit kenna aðrastaðni frá, har tað sum oftast bara er besta mansliðið, ið er á skránni, sigur hann.
Fyrsta sendingin verður nú hósdagin 1. februar við einari longri samrøðu við høvuðsvenjaran Dan Brimavík.
Sendingin verður eisini tøk sum poddvarp á heimasíðuni hjá FM1.