Rønn er nýggj forkvinna í Leiklistaráðnum

Sirið Stenberg hevur heilsað upp á nýggja ráðið

Almenna- og mentamálaráðið
27. september 2024 kl. 14:32

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk í Leiklistaráðið. Margretha Nónklett, sum hevur røkt sessin síðani 1. januar 2024, hevur tikið seg aftur av persónligum ávum.

Rønn hevur starvast sum mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu síðani januar 2016. Sum mentanarleiðari varðar hon av skúla, mentan og frítíð, ferðavinnu, samskifti og miðling og arbeiðir við at byggja økið og deildina upp.

Rønn hevur eina masterútbúgving í tvørmiðlasamskifti frá KU og eina diplom í leiðslu frá Fróðskaparsetrinum. Harumframt hevur hon eitt nú starvast innan samskifti og marknaðarføring, sum samskiftisráðgevi í privatu vinnuni, verkætlanarleiðari og hevur eisini undirvíst á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Á fundi 27. september hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, virkandi forkvinnuna, Vár Berghamar Jacobsen, sum tók við eftir Duritu Dahl Andreassen og nýggju forkvinnuna, umframt hinar limirnar í Leiklistaráðnum.

Sirið Stenberg brúkti høvið at kunna um uppgávurnar hjá Leiklistaráðnum. Stór og spennandi mál eru fyri framman, bæði at byggja eitt nýtt tjóðleikhús og setan av nýggjum stjóra fyri Tjóðpallin.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggju forkvinnuni og leiklistaráðnum blíðan byr, og takkar Duritu og Margretu fyri tíðina.

Í Leiklistaráðnum eru:

- Rønn Eliasen, forkvinna

- Benjamin Gaasedal

- Vár Berghamar Jacobsen

- Ria Tórgarð

- Heini Gaard

- Barbara Hentze í Stórustovu

- Arnfinnur Nesá