Al-Nassr hevur tapt sín annan dyst hetta kappingarárið. Dysturin endaði 1-0 til Al Ittihad, sum við trimum stigum yvirhálaði liðið hjá Cristiano Ronaldo á fyrstaplássinum.
38 ára gamli portugisin var týðiliga ónøgdur og frustreraður í dystinum. Fleiri sjónbrot ferðast á alnótini har Ronaldo vísir sína misnøgd.
Ímeðan dysturin varð spældur, á heimavøllinum hjá Al Ittihads, bleiv navnið hjá arvafíggindanum hjá Ronaldo, Messi, rópt aftur og aftur.
Ronaldo bleiv týðiliga ávirkaður av rópunum frá fjepparunum og vísti við hondunum, at teir kundu rópa hvat teir vildu, og at hann fór, fyrr ella seinni, at fáa teir at halda munn.
Men Ronaldo megnaði ikki at fáa fjeppararnar hjá Al Ittihads at tiga, og eftir dystin bleiv hann so óður, at hann sparkaði ein dunk áveg inn í skiftingarrúmið.
Sí sjónbrotini av Ronaldo Her og Her.