Al-Hilal og Al-Nassr, sum liggja ávikavist nummar eitt og tvey í saudiarabisku liguni, møttust í gjár í hálvfinaluni í saudiarabisku steypakappingini.
Lagt var tí upp til eitt veruligt brak, ímillum tvey lið, sum bæði hava fleiri kend nøvn í hópunum. Tað størsta av teimum øllum er tó uttan iva portugisiska superstjørnan, Cristiano Ronaldo, sum spælir við Al-Nassr.
Al-Hilal hevur verið greitt tað besta liðið í liguni í ár, og liggja í løtuni heili 12 stig frammanfyri Al-Nassr, og vóru teir eisini tað betra liðið í dystinum í gjár.
Tá 86 minuttir vóru leiktir, og støðan var 2-0 til Al-Hilal, gjørdist Cristiano Ronaldo so mikið ørkylmaður, at hann fleiri ferðir svingaði albogan eftir einum mótstøðuleikara, sum so valdi at tveita seg niður.
Hóast tað var týðiligt, at mótstøðuleikarin gjørdi sjónleik, so metti dómarin, at atburðurin hjá Ronaldo var so mikið grovur, at hann gav honum reytt kort.
Jorge Jesus, venjari hjá Al-Hilal, segði eftir dystin, at Ronaldo ikki er vanur við at tapa, og at kenslurnar tí taka yvir, tá hann so tapir.
Al-Hilal endaði við at vinna dystin 2-1, eftir at fyrrverandi Liverpool-leikarin, Sadio Mané, minkaði um munin fyri Al-Nassr, í tíðini dómarin hevði lagt afturat.
Sjónbandabrot av hendingini, sum Ronaldo varð útvístur fyri, kann síggjast her.