Roman Abramovich hálsar um

Sambært bretska tíðindamiðlinum, The Times, hevur Roman Abramovich valt at hálsa um. Heldur enn at halda lyfti, um at strika skuldina, ið Chelsea skyldaði honum, ynskir hann nú, at Chelsea skal rinda skuldina

Kristian Waag Dam
4. mai 2022 kl. 12:48

Fyri tveimum mánaðum síðan boðaði russiski Chelsea eigarin, Roman Abramovich, frá, at hann ynskti at selja felagið. Tá hann hevði boðað frá hesum kom tað fram, at felagið skyldaði honum 14 milliardir danskar krónur. Tann 55 ára gamli ríkmaðurin hevur áður lagt dent á, at hann ynskir at siga skuldina, ið Chelsea skyldar honum, frá sær. Men nú er nógv, sum bendur á, at Roman Abramovich ikki ætlar sær at halda hetta lyfti.

Sambært bretska tíðindamiðlinum, The Times, hevur Roman Abramovich valt at hálsa um. Heldur enn at halda lyfti, um at strika skuldina, ið Chelsea skyldaði honum, ynskir hann nú, at Chelsea skal rinda skuldina. Sambært The Times, boðaði Chelsea í síðstu viku tí bretsku stjórnini og møguligum keyparum frá, at ein sokallað umskipan var gjørd í sølugongdini. Tann sokallaða umskipanin ber við sær, at skuldin hjá móðurfelagnum hjá Chelsea, Fordstam Ltd, skal rindast aftur til Camberley International Investments, ið er eitt íløgufelagið, sum The Times metur at hava træðrir til Roman Abramovich.

Russiski, Roman Abramovich, ið er útihýstur úr Onglandi, hevur áður luttikið í friðarsamráðingum millum Russland og Ukraina. Roman Abramovich, hevur eisini áður boðað frá, at yvirskotið av søluni av felagnum verður latin til offrini í krígnum í Ukraina. Søluumskipanin av felagnum, fær bretskar ráðharrar og stjórnarleiðarar at óttast fyri, hvørt skuldin hjá felagnum endar í teimum røttu hendrunum.