Keldur tætt at russiska ríkmanninum og eigaranum av enska fótbóltsliðnum Chelsea, Roman Abramovic, vilja vera við, at Abramovic varð eitraður í sambandi við friðarsamráðingar á markinum millum Ukraina og Hvítarussland fyrr í mánaðinum.
Tað sigur BBC í dag.
Abramovic, sum hóast alt er komin fyri seg, fekk stingandi pínu í eyguni, og húðin flusnaði av. Eisini tveir ukrainskir semingsmenn vórðu ávirkaðir.
Sambært Wall Street Journal vil ein frágreiðing vera við, at talan var um stívrendar russarar, ið vildu gera friðarsamráðingarnar til einkis, og journlalistsamstarvið Bellingcat vil vera við, at symptomini hjá Abramovic samsvara væl við eitring frá kemiskum vápnum.
Eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk vil hinvegin vera við, at Abramovic varð ikki eitraður, men at talan var um “umhvørvisligar faktorar”, ið høvdu gjørt seg galdandi.
Somuleiðis sigur eitt umboð frá forsetaskrivstovuni í Ukraina, at hóast hann ikki hevði frætt frá Abramovic, høvdu ukrainsku semingsfólkini tað gott, og talan var um eina ósanna søgu.
Søgan hevur kortini víst á, at Abramovic hevur onkran leiklut at spæla í stríðnum millum Ukraina og Russland. Tað er ógreitt, júst hvør uppgávan hjá Abramovic er, men eitt talsfólk hansara sigur sambært BBC, at hansara ávirkan er “minimal”.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenasky, hevur sagt, at Abramovic hevur boðið seg fram at hjálpa við at loysa spenningarnar landanna millum. Sambært BBC sigst, at Zelensky hevur eisini biðið USA um ikki at seta tiltøk í verk móti Abramovic, tí hann kann spæla ein leiklut í at fáa eina avtalu í lag við Moskva.