Rokna við møguleikanum á Kýpros

Hóast tap heldur landsliðsvenjarin, at avrikið í seinna hálvleiki í kvøld bar boð um, at tað býr meiri í kvinnulandsliðnum

Jóannes Hansen
22. september 2023 kl. 22:14

Í kvøld stóð Signe Pries Andersen fyri fyrstu ferð á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti.

Tað vóru fleiri nýggir føroyskir spælarar á vøllinum, og tá ið íslendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 0-1. Málið var skorað, tá ið stórir 20 minuttir vóru farnir. Uppspælið var í vinstru, og Arimisa Kuc sendi bóltin flatt í handara síðunetið.

Undan steðginum var lítið bit í føroyska liðnum. Tað var frægari í 2. hálvleiki, tá ið samanspælið var betri, og tá ið føroysku spælararnir vístu størri dirvi og hugflog, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan,sum kundi bera útjavnandi málið við sær.

-Í 2. hálvleiki gjørdu vit tað, sum varð ætlað, at vit eisini skuld gera í 1. hálvleiki, tá ið vit ikki pressaðu soleiðis, sum vit høvdu ætlað at gera frá fyrsta bríksli. Eftir steðgin gjørdu vit tað, sum vit høvdu ætlað, og tað taka við okkum til Kypros, sigur føroyski miðverjin Birita Ryan.

Nýggi venjarin var ikki nøgdur við fyrra hálvleik, men hon heldur, at tað var munandi frægari eftir steðgin:

--Vit tordu ikki at hava bóltin og at leita eftir millumrúmunum 1. hálvleiki. Eftir staðgin tordu vit betri. Tá bjóðaðu vit av, og vit skaptu góðar støður, uttan at tað eydnaðist at skora. Montenegro verður roknað at vera besta liðið í bólkinum, men Kypros, sum vit skulu spæla ímóti á útivølli í næstu viku, er umleið á sama støði, sigur venjarin  Signe Pries Andersen.

Týsdagin fara Føroyar at spæla á útivølli ímóti Kypros, ið verður roknað at eiga umleið somu styrki sum Montenegro.

-Um vit taka tað við okkum, sum vit vístu eftir steðgin, so havi eg mót um, at tað kann fara at enda við góðum úrsliti, sigur Signe Pries Andersen við Televarpið.

 

Føroyar – Montenegro 0-1 (0-1)

0-1: Arimisa Kuc 21.

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Sara Samson Lamhauge, Ásla Johannesen – Sunniva Willemoes, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Tóra Mohr, 85.), Eyðvør Klakstein – Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura (Malena Olsen, 85.), Mona Rasmussen (Fridrikka Klementsen, 71.)

Á beinkinum uttan at verða skift inn: Valborg Østerø, Ása Stórá Carlsen, Tórunn Højgaard Joensen,  Lena Olsen, Sarita Petersen, Rúna Olsen, Rúni Jacobsen, Margit Magnusdóttir