Rok um Mrs. Sri Lanka: Sjúkrahús og handtøka

Tað endaði eftir øllum at døma við slagsmáli, eftir at ósemja tók upp, um hvør hevði vunnið heiðurin sum Mrs. Sri Lanka 2021

Steinar Patursson
9. apríl 2021 kl. 11:31

Stríðið um sigurin og krúnuna sum Mrs. Sri Lanka fekk eina óvæntaða og harðliga vend herfyri, tá vinnarin av kappingini í ár endaði á sjúkrahúsinum, og tvær aðrar, ið tóku lut í tiltakinum, vórðu handtiknar fyri harðskap.

Pushpika De Silva varð kosin sum vinnari av Mrs. Sri Lanka kappingini fyri opnum skermi, meðan júst eftir, at hon hevði fingið krúnuna á høvdið, gjørdi vinnarin frá somu kapping í 2019, Caroline Jurie, greitt, at De Silva kundi ikki vinna.

Jurie spákaði tí yvir til De Silva, tók trúnuna av høvdinum og setti trúnuna ístaðin á høvur hennara, ið hevði fingið annað pláss.

Orsøkin var, sambært Jurie, at De Silva var fráskyld, og kundi tí ikki kjósast sum vinnari.

- Har er ein regla, sum sigur, at konur, sum hava verið giftar og eru fráskyldar, kunnu ikki vinna, og tí geri eg av, at krúnan fer til annað plássið, segði Jurie, sum síðani stríddist eina løtu við at loysa krúnuna úr hárinum hjá De Silva.

Heldur áhugavert er at síggja, at eingin leggur uppí, tá Jurie tekur krúnuna frá De Silva.

De Silva varð, sum vera man, illa við av støðuni, og fór grátandi av pallinum.

Og eftir øllum at døma kom til ilnar millum partarnar handan leiktjøldini, tí sambært BBC mátti De Silva ein túr á sjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri ein skaða, ið hon fekk í bardaga við Jurie og Chula Padmendra, ið eisini var til staðar.

Løgreglan hevur síðani handtikið bæði Jurie og Padmendra fyri at gera seg inn á De Silva.

Siðan hendingina hava fyriskipararnir latið De Silva trúnuna aftur, og De Silva hevur greitt frá, at hon er altso ikki fráskyld, men einans separerað.

De Silva hevur sambært BBC gjørt av at fara í rættin við málinum, tí at hon varð so illa viðfarin.