Leygardagin 25. november klokkan 15:00 verður bjóðað til tíðindafund á miðhæddini í FSF-húsinum har Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fer at leggja ætlan um nýggjan kappingarleist fram.
Soleiðis ljóðaði skriv frá FSF umsitingini í morgun, og tað var við grundarlag í hesum skrivinum og tí, sum FSF formaðurin Christian Andreasen fyrr i vikuni segði í samrøðu við Heilfluktaran í Rás2, at henda greinin varð skrivað
https://www.dimma.fo/grein/fotboltskappingin-verdur-skipad-av-nyggjum
Nú sigur formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF Róin Schrøter, at innihaldið í innbjóðingini til fund við umboð við pressuna var ikki heilt neyvt orðað:
-Vit eru ikki komin so langt, at eitt uppskot verður lagt fram. Vit eru í prosessini. Ein partur av viðgerðini er, at umboð fyri pressuna vera bjóðað til fundar leygardagin seinnapartin. Málið við tí fundinum er at hava konstruktivt samskifti við pressuna um broytingarnar í kappingarleistinum, sum eru á skrá, sigur Róin Schrøter.
Undan fundinum við pressuna fer kappingarnevndin at hava fund við formenninar í teimum 17 fótbóltsfeløgunum, har skráin er at venda tí, sum liggur í kortunum og fáa viðmerkingar frá formonnunum.
-Feløgini eru í ymsum støðum, og tað hevur týdning at lurta, hvat tey feløgini hava at siga, sum hvørt ár eru við í kappingini um FM, heiðursmerki og Europapláss og eisini, hvat sjónarmiðini hjá hinum feløgunum eru, sigur Róin Schrøter.
Í FSF verður vónað, at ætlanirnar um at broyta kappingarleistin í næsta mánað vera klárar at leggja fyri formenninar. Tað verður ikki mett at vera neyðugt at uppskotið skal leggjast fyri aðalfund at taka støðu til.
-Farið verður undir nýggja kappingarárið fyrst í mars, og tí er neyðugt um ikki so langa tíð at fáa greiðu á, hvussu kappingin skal skipast, sigur Róin Schrøter.
Fyri trimum árum síðani var uppskot frammi um at broyta kappingarleistin, men tá spurdist einki burturúr, og skipanin, sum hevur verið galdandi síðani 2005, er framvegis galdandi.
Í kappingarnevndini hjá FSF eru umframt formannin Róin Schrøter Anja Rein, næstforkvinna, Arnar Lognberg, Jákup Mørk og Sølva Joensen.