Rói var trífaldur málskjútti

FC Hoyvík vann søtan sigur í kappingini um at sleppa undan niðurflyting

Jóannes Hansen
26. august 2023 kl. 21:27

Fyri heimaliðið var talan um sera søtan sigur, tá ið tað í kvøld eydnaðist FC Hoyvík at vinna trivaligan heimasigur ímóti næstbesta liðnum hjá KÍ.

Liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Báðir dystirnir vóru í Klaksvík, og KÍ vann 4-3 og 2-0.

Í kvøld vann FC Hoyvík 4-1. Sigurin ber við sær, at tað er meiri luft frá FC Hoyvík og til B68, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Nú hevur FC Hoyvík 22 stig, og B68 hevur 17 stig.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til FC Hoyvík. Málskjútti í fyrra hálvleiki var Rói Jacobsen, sum skoraði fyrsta málið, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki.

Í 17 dystum fyrr í ár hevði Rói Jacobsen skorað trý mál, og í dag skoraði hann hattrikk. Umframt málið í fyrra hálvleiki so skoraði hann tvey mál í seinna hálvleiki – til 3-1 í 67. minutti og ein minutt undan leikloki staðfesti hann 4-1 sigurin.

Tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Dávid B. Andriasen, sum javnaði til 1-1, men bara tveir minuttir seinni svaraði FC Hoyvík aftur, tá ið Ólavur Venned skoraði til 2-1. Hetta var annað málið hjá Ólavi Venned í ár. Hann skoraði eisini síðsta leygardag, tá ið FC Hoyvík tapti 4-3 á Skála.

Sigurin hjá FC Hoyvík í kvøld var tann fyrsti síðani 1. juli, tá ið FC Hoyvík vann 3-2 á útivølli ímóti HB.

Fríggjadagin í næstu viku verður lykladystur í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið FC Hoyvík fær vitjan av teimum næstbestu hjá B68.

Hjá KÍ er tað nógv upp og niður. Fyri einari viku síðani endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti favorittunum í NSÍ, og í dag endaði tað við 4-1 tapi. KÍ er á fjórða plássi við 31 stigum, og hósdagin fær KÍ vitjan av B71.