Rógvi verður nú trivnaðarleiðari í Runavík

Býráðslimur í Sunda kommunu er nýggjur trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu

Jonhard Hammer
22. juni 2024 kl. 21:37

Rógvi Nybo er býráðslimur í Sunda kommunu, har hann eitt nú er formaður í teknisku nevnd.

Nú verður hann partur av umsitingini í Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis:

Táið býráðið, sum nú hevur sitið dastið av einum valskeiði, skipaði seg, setti tað sær fyri at skipa ein nýggjan bygnað í kommunalu fyrisitingini. Arbeitt hevur verið við málinum, og eftir at býráðið samtykti nýggja bygnaðin hevur verið arbeitt við at seta hann í verk. Kommunustjórin Sæunn L. Nolsøe byrjaði í starvinum hálvan í hesum mánaðinum. Samsvarandi nýggja bygnaðinum eru trvinaðar- og mentanardeildin nú lagdar saman í eina deild, og nú er leiðarin fyri hesa deild settur í starv.

Rógvi Nybo er settur í starvið. Rógvi er slektaður úr og býr í Hósvík. Hann hevur lisið við Keypmannahavnar Lærda Háskúla og hevur prógv sum cand.scient.pol. Hóast sín unga aldur – hann er 35 ára gamal – hevur hann nógvar royndir frá fyrisitingarligum og politiskum høpum. Í góð trý ár hevur hann virkað sum fulltrúi á Barna- og Ungdómsdeildini hjá einari av stóru kommununum í Føroyum. Hann er eisini býráðslimur í Sunda kommunu.

Rógvi byrjar í starvinum um hálvan august.

Nakað skal gerast av umvælingum áðrenn klárt er at flyta meginfyrisitingina inn á Høgaból – í bygningin sum kommunan keypti frá Føroya Banka til endamálið. Miðað verður eftir, at samtykti bygnaðurin til fulnar er implementeraður, táið eitt nýtt býráð tekur við leiðsluni pr. 1. januar 2025. Ætlanin er at flyta miðfyrisitingina inn á Høgaból væl fyri tað.

Runavíkar kommuna ynskir Rógva góða eydnu og blíðan byr í nýggja starvinum.