Rógvi var næstfremstur í Odense

Fyri ikki so langari tíð síðani, var Rógvi skurðviðgjørdur í hjartanum og úrslitið í dag vísir, at hann er komin væl fyri seg

BRAGDIÐ
29. september 2024 kl. 21:15

Ítróttarfelagið Bragdið skrivar soleiðis í dag:

Fyrrapartin í dag var HCA marathon skotið í gongd og tað gekk fyri seg í føðibýnum hjá mæta, danska skaldinum, H.C. Andersen, Odense. Og har av kemur navnið á marathonkappingini, um onkur ivast.

Marathonrutan verður søgd at vera tann skjótasta rutan í Danmark, ella eisini verðins skjótasta, og fleiri ferðir hava føroyingar luttikið har og soleiðis var eisini í dag. Hetta er samstundis kapping um Danmarksmeistaraskapið í marathon.

Serliga einum vóru vit spent at fylgja, tí okkara Rógvi Kárason skuldi renna marathon. Tað hevur hann roynt fyrr, at runnið marathon, og eisini í Odense, men hann er okkara besta føroyska boð í løtuni og tí var dúgliga fylgt við.

Rógvi rann væl og javnt allan túrin og kom á mál sum nummar tvey! Tíðin hjá Rógva var næstbesta tíðin nakar føroyingur hevur runnið og er sostatt eisini besta tíð hansara. Hann rann so væl, at ½ marathontíðin var undir Oyggjaleikakravinum, men um tað kann brúkast til Oyl 2025, vita vit í skrivandi stund ikki.

Tíðin var 2.32.09 og nú er hann nær við føroyska metinum. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær tað verður. Fyri ikki so langari tíð síðani, var Rógvi skurðviðgjørdur í hjartanum og úrslitið í dag vísir, at hann er komin væl fyri seg. Spennandi verður at fylgja við tær Rógvi, men fyrst skalt tú njóta hetta framúr góða úrslitið og hvíla teg eitt sindur, skrivar Bragdið.