Rógvi hevur skrivað undir

Nú er tað greitt, at Rógvi Egilstoft eisini í 2024 fer at spæla við EB/Streymi

Jóannes Hansen
16. desember 2023 kl. 00:20

Tað hevur ligið á ljóði, at Rógvi Egilstoft, sum hósdagin í síðstu viku fylti 31 ár, kanska ikki fór at spæla fótbólt á hægsta stigi í 2024. Tað hevði verið øgiligur smeitur hjá EB/Streymi, um Rógvi ikki varð tøkur.

Tí eru tað kærkomin tíðindi í Sundalagnum og á Eiði, tá ið EB/Streymur nú boðar frá, at Rógvi Egilstoft hevur skrivað undir sáttmála, sum sigur, at hann eisini í 2024 fer at spæla við EB/Streymi.

Felagið skrivar soleiðis:

Rógvi er ein av okkara royndastu og drúgvastu leikarum. Hann hevur sambært faroesoccer.com leikt 213 dystir og skotið 16 mál fyri EB/Streym. Í 2023 var hann tann einasti, ið var við allar 31 dystirnar. Í alt hevur Rógvi, síðani 2009, leikt 384 dystir í vasknamannafótbólti.

Rógvi fer nú undir sítt tíggjunda ár sum EB/Streyma spælari.

Vit ynskja Rógva til lukku við sáttmálanum og allar bestu eydnu í 2024, skrivar EB/Streymur.