Rógvi helt tørn móti grikskum stórmeistara

EM talv: Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3 ½ - ½ ímóti Grikkalandi

Føroyska liðið ímóti Grikkalandi: Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. Mynd Talvsamband Føroya
Talvsamband Føroya
12. november 2023 kl. 09:02

Føroyar fingu við bit og slit eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í dag.

Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin.

Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn.

Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.

 Danmark útinti sensasjónina 

Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var, at Aserbadsjan, sum er styrkismett nummar eitt, var fyri púra óvæntaðum tapi móti Danmark. Danir hava allar sínar bestu telvarar við í Montenegro, men kortini hevði eingin ímyndað sær, at teir fóru at koppa gullfavorittunum. Mads Andersen tryggjaði 2½-1½ sigurin við at vinna á Mamedjarov.

Verri gekst Íslandi. Hóast teir eisini hava sínar bestu telvarar við í Montenegro, taptu teir heili 4-0 fyri Serbia í dag. Heimsins besti telvari, Magnus Carlsen,  er oddamaður hjá Noregi, og hann vann á 1. borði móti Slovakia. Dysturin endaði 2-2. Svøríki við Nils Grandelius og Tiger Hillarp-Persson á odda var fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka týska landsliðnum. Tað endaði javnt á trimum borðum, avgerðin fall á 4. borði.

Aserbadsjan, Rumenia, Týskland, Ongland og Armenia eru styrkismett frá nummar eitt til fimm.

Níggju umfør eru í alt. Telvað verður til 20. november. Ein frídagur er eftir fimta umfar. Í dag er Sveis mótstøðuliðið hjá føroyska liðnum. Byrjað verður klokkan 14.

Føroyar hava ongan eykamann, tí verður telvað við somu manning allar dystirnar. Tað er harður kostur, ikki minst hjá veteraninum John Rødgaard, sum nú er 68 ár. Skuldi onkur fingið forfall, noyðist liðleiðarin Ingolf Gaard at loysa av.