Rógvararnir stóðu seg væl í Danmark

Frá DM í inniróðri í gjár høvdu føroysku rógvararnir 23 heiðursmerki við sær til hús

Róðrarsamband Føroya
21. januar 2024 kl. 18:24

Róðrarsamband Føroya skrivar soleiðis:

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið 2024 í inniróðri hevur verið í Gladsaxe Sportscenter í dag, 20 januar.

Róðrarsambandið møtti vegna Føroyar við 9 ungum rógvarum. Harafturat lurtóku 6 vaksnir føroyskir rógvarar.

Tað varð róð í 2000 & 1000 metrum, 3 & 4 minuttum, umframt sprint 100 & 200 metrar. Flestu av okkara rógvarum róðu 2 róðrar.

Vit eru sera errin av, at allir rógvarir vunnu minnst eitt heiðursmerkið.
Í alt vunnu vit 23 heiðursmerkir – 10 gull, 7 silvur og 6 bronsu.

Vit fegnast saman við okkara dugnaligu rógvarum og ynskja øllum hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum, skrivar Róðrarsamband Føroya.