Amerikanska rockstjørnan, Tina Turner er deyð, 83 ára gomul.
Tað siga mestsum allir miðlar í kvøld
Tey, sum vóru um hana, siga, at hon sovnaði stillisliga í heimi sínum í Küsnacht nær Zürich í Sveis, eftir at hon hevur verið sjúk í eina tíð.
Hon gjørdist heimskend longu í sekstiárunu, tá ið hon framførdi saman við táverandi manni sínum, Ike Turner.
Men eftir at tey fóru frá hvørjum øðrum, hevði hon eitt langt og glæsiligt lív sum rocksangari og tað gav henni kelinavnið, rockdrotningin.
Og tað var nakað, henni dámdi, tí í samrøðu við The Guardian fyri bara einum mánað síðani, varð hon spurd, hvussu hon helst vildi, at vit skulu minnast hana
– Sum rockdrotningin og sum kvinnan ið vísir øðrum kvinnum, at tað er í fínasta lagið at stremba - upp á teirra egnu treytir.
Nú røddin er tagnað, má staðfestast, at hon er av allarstørstu stjørnunum á tónleikahimmalinum, hon hevur selt einar 200 milliónir plátur og vunnið eitt hav av virðislønum.