Tá farið var til Golden Globe handanina fyrr í ár møttu nógvar stjørnur upp í svørtum klæðum og við einum skilti, ið bar orðini "Time's Up" fyri at seta fokus á #metoo-rørsluna og nógvu kynsligu ágangirnar í filmyrkinum.
Men tað er ikki bara í Hollywood, at fólk ganga í svørtum. Tá danska Robert-heiðurslønin skal handast, verða fólk eisini í svørtum. Donsku filmsfólkini hava eisini møguleikan at stuðla stríðnum móti kynsligum ágangi.
Danski sjónleikarin Rasmus Hammerich hevur nevnliga tikið stig til at framleiða nýggj hjarta-skelti við orðunum "Time's Up", sum hann ætlar at handa út millum gestirnar, tá Robert-heiðurslønin verður handað í februar. Tað skrivar DR.
Sum maður vil man gjarna vísa samhuga við hesum, tað vil eg ið hvussu so er. Vit eru vanliga longu í svørtum klæðum, so eg hugsaði, at eitt skelti kundi vera fínt, segði Rasmus Hammerich við danska P1 í morgun.
Hann gjørdi av ikki at nýta orðið #metoo, eftir at hava spurt fleiri kvinnur, hvat tær hildu vera besta slagorðið, og at enda valdi hann #timesup.
"Time's Up" er eisini navnið á grunninum, sum 300 kendar kvinnur úr sjónleikarvinnuni hava sett á stovn fyri at stuðla fólki, ið hava verið úti fyri kynsligum ágangi, eisini uttanfyri Hollywood.
Ætlanin var at keypa skelti frá "Time's Up"-grunninum, men tá tað ikki var møguligt at fáa tey áðrenn Robert-handanina, valdu tey sjálvi at gera skelti.
Rasmus Hammerich tók stig til hetta fyri at vísa 16 ára gomlu dóttir sínari, at har eru mørk fyri, hvat man skal finna seg í, og at tað altíð er í lagi at siga frá.
Eg havi eisini hug at stuðla fólk, ið gera nakað rætt, sigur hann.
Filmsfelagið Meta rindar fyri mongu skeltini, og harafturat stuðlar sjónleikarafelagið átakinum.
Rasmus Hammerich ásannar, at eitt skelti ikki kann loysa trupulleikan, men tað hevur týdning, at hann og onnur seta orð á trupulleikan. Hann heldur, at fyrsta stigið er at viðganga, at har er ein trupulleiki, og aftaná tað kann man byrja at tosa um, hvussu hann skal loysast.
Robert virðislønirnar verða handaðar sunnudagin 4. februar.