RIVA: Fyrsta yrkisdansivirkið í Føroyum nakrantíð

RIVA er fyrsta yrkisdansivirkið í Føroyum nakrantíð. Tey hava eitt brennandi ynski um at menna føroyska dansiumhvørvið

Anna Joensen-Næs
30. august 2021 kl. 10:00

Í 2019 tóku Rannvá Guðrunardóttir og Rúna Volmarsdóttir stig til at byrja eitt yrkisdansivirki. Aftaná tvey ár, er alt nú klárt, og virkið er í fult sving við at skipað fyri mongum spennandi tiltøkum.

Hvat er RIVA?

RIVA er Føroya fyrsta yrkisdansivirkið nakrantíð. Rannvá Guðrunardóttir greiðir frá, at endamálið við virkinum er at menna dansiumhvørvið í Føroyum. Somuleiðis skapa virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar og koreografar her heima. 

Talan er um eitt toymið av yrkisdansarum. Rannvá sigur, at í løtuni er toymið fullteknað, men at tey seinni hava ætlanir um, at fáa fleiri fólk við. Tey føra fram sýningar fyri almenninginum og eru partur av verkætlanum innan evnið. 

Eisini ynskja tey, at bæði sjálvi halda og bjóða koregrafum uttanífrá at hava verkstovur, ið man kann melda seg til. At kunna føroyingum um dansilistina.

- Dansilistin er nýggj í Føroyum, og vit hava fleiri ferðir upplivað, at fólk ikki kenna, at tey kunnu verða partur av ella koma til sýningar, tí at tey ikki eru nóg kunnaði innan evnið. Tí er týdningarmikið at skapa eina mentan at fara til sýningar, og somuleiðis kunna føroyingum um, hvat dansur er, sigur Rannvá avgjørd.

Dansurin er grundaður á norðurlendskum søgnum

Rannvá greiðir frá, at dansilistin hjá RIVA er grundað á norðurlendskum søgnum, serliga føroyskum søgnum.

- Tað ger dansin serstakan, og hugvekjandi hjá føroyingum at síggja. Vit føroyingar eru ógvuliga siðbundnir og stoltir av okkara mentan. Vit ynskja at síggja nakað, ið vit kenna til, sigur hon.

Fyrsta sýningin var grundað á søgnina um Risan og Kellingin. Spennandi verður at síggja, hvat tað næsta verður.

Dansur er nógv meira enn bara hip hop

Dansilistin er nýggj í Føroyum. Áður hevur bert verið møguligt at melda seg til árliga tiltakið, ið verður rópt Dansi Experimentið og til hip hop hjá Dianu J. Hansen á Háskúlanum.

- Sjálvt um vit eru ovurfegin um áhugan og undirvísingarmøguleikunum innan hip hop, ynskja vit at breiðka um møguleikarnir, serliga innan modernaðan ella sokallaðan samtíðardans, sigur Rannvá vónrík. Dansur er nógv meira enn bara hip hop, og tað er keðiligt at føroyingar bert kenna til hendan dansistílin.

Ynskja at dansur skal verða partur av skúlagongdini

Rannvá ynskir at vísa á týdningin av dansi, og hvussu heilsugott tað er, bæði kropsliga og sinnisliga. Hon greiðir síðani frá, at tey stremba eftir at fáa dansilistina út til skúlar, og gera tað til ein part av skúlagongdini. Møguliga til eitt fak ella partur av øðrum lærugreinum.

- Hetta ger, at dansurin er partur av einari skipan, og eisini kunnar føroyingum í evninum, leggur hon aftrat.

Hon sigur eisini, at tey skjótt fara undir at royna at seta hugskotið í verk, og hava sett tíð av til verkætlanina.

Næsta stigið er at fara til Svøríkis

Rannvá greiðir frá, at tey hava havt nógv samband við dansarin Juliu Ehstrand úr Svøríki, ið eisini kortsíðani var gestadansari til sýning hjá RIVA. Næsta stigið er, at royna at sleppa til Svøríkis. Tey ynskja at sýna fram stykkið Risin og Kellingin, ið tey førdu fram í Løkshøll fyri vikum síðani. Somuleiðis eisini sýna okkurt saman við dansarinum úr Svøríki.

- Vit hava nústaðni søkt um stuðul, og vónandi ber hetta til, leggur Rannvá aftrat.

Hava havt góða undurtøku

Fyrsta tiltakið varð í Løkshøll og var rópt “Risin og Kellingin”. “Nógvir áskoðarir vóru, og undurtøkan varð nógv betri enn væntað,” sigur Rannvá ovurfegin. Í síðstu viku varð næsta tiltakið í Norðurlandahúsinum, ið verður rópt “Punk A REBEL NEVER DIES.” Her varð bæði talan um almennar- og skúlasýningar. Sýningin varð í samstarv við danska dansivirkið Holstebro Dansekompagni.

- Somuleiðis við at føroyingar enn mangla kunning innan dansilistina í Føroyum, er tað deiligt og hugvekjandi at síggja, at fólk eru áhugaði innan evnið. Hetta er bert byrjanin. Vit ynskja at skapa eina hugburðsbroyting, leggur Rannvá aftrat.

Hon sigur síðani, at fleiri fólk bæði her heima og í umheiminum hava sett seg í samband við tey, og ynskja at verða partur av virkinum og samstarva.

- Tey síggja, at okkurt hendur innan økið her í Føroyum, og halda tað verða hugvekjandi og nýtt.

Til ber at finna RIVA bæði á heimasíðu teirra www.riva.fo og á Instagram, har ið tey greiða nærri frá gerandis mannagongdini, og hvar og hvat tey gera í løtuni.