Rithøvundar hittast: Føroyar og Ísland í skaldskapi
Tiltak: Carl Johan Jensen og Hallgrímur Helgason, rithøvundar, fara í kvøld, undir leiðslu av Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, at skifta orð um, hvussu teir brúka ávikavist Føroyar og Ísland í skaldskapi sínum
Sigurjón Einarsson
15. juni 2022 kl. 11:16
Í kvøld, mikukvøldið 15. juni klokkan 19 verður eitt bókmentatiltak í Paname Café í Gamla bókhandli á Vaglinum í Havn.
Føroyski rithøvundurin Carl Jóhan Jensen og íslendski Hallgrímur Helgason fara at tosa um, hvussu teir brúka ávikavist Ísland og Føroyar í skaldskapi sínum.
Tað skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu sínari.
Høvi verður eisini at hoyra teir lesa.
Orðstýrari verður Bergur Djurhuus Hansen, lektari og bókmentafrøðingur.
Rithøvundarnir fara at samskifta á enskum sínámillum.