Ritan á beding
Av tí at Ritan skal rætta eitt av skrúvubløðunum, fer hon á beding týsmorgunin 28. mai og byrjar eftir ætlan í sigling aftur á leið 58 fríggjadagin 31. mai.
Rúni Korsgaard
24. mai 2024 kl. 12:15
Hetta kunnar Strandfaraskip Landsins um.
Í døgunum, har Ritan er í beding, røkir Tjørnunes siglingina.
Strandfaraskip Landsins kunnar, at siglt verður sambært ferðaætlanini fyri leið 58 millum Hvannasund og Hattarvík. Eisini verður kunnað, at mannagongdirnar fyri tilkalling eru tær somu sum fyri Rituna.
Tjørnunes rúmar 12 ferðafólk.