Risa skrædl í USA kann raka allan heimin

Ein tann størsti bankin í USA, Silicon Valley Bank, mátti fríggjadagin lata aftur

Ragnar Sjúrðarson
12. mars 2023 kl. 21:07

Silicon Valley Bank er fyrsti bankin, sum brádliga mátti lata aftur síðani fíggjarkreppan byrjaði í 2008.

Bæði finans.dk og Bloomberg News skriva, at hetta eisini kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri fleiri lond í heiminum, eitt nú Danmark.

Amerikanski bankin, ið fokuseraði mest á íverksetan, hevði greinir í londum kring allan knøttin.

Fleiri 100 tech stjórar í Stórabretlandi hava skrivað eitt bræv til fíggjarmálaráðharran í landinum, Jeremy Hunt. Í brævinum framgongur tað, at tech stjórarnir óttast, at skrædlið kann hava við sær, at fleiri ungar fyritøkur fara við í fallinum hjá Silicon Valley Bank.

Eisini í Silicon Valley í California ávara íverksetarar um, at “eitt heilt ættarlið av nýggjum amerikanskum fyritøkum” kunnu fara á heysin.

Tað vóru amerikanskir myndugleikar, sum fríggjadagin stongdu bankan. Í løtuni arbeiða teir við at finna útav um onkur vil keypa og yvirtaka bankan.

Í morgin, mánadagin 13. mars, fáa vit at vita um tað eydnaðist .

Um ikki so sær tað svart út fyri eigararnar av teimum 1.224.142.500.000 krónunum, sum bankin hevði í innláni við árslok í 2022.