Risa mótmæli í Kekkia: Vilja hava forsætisráðharran at leggja frá sær

Talan er um størsta mótmæli í Kekkia síðani 1989

Hergeir Staksberg
24. juni 2019 kl. 14:26

Andrej Babis. Tað er navnið á einum ógvuliga trýstum forsætisráðharra. Sambært BBC luttóku meir enn 100.000 fólk í mótmælinum, sum var í Prag í gjár

Prag verður vanliga sæddur sum ein vakur býur og magnet fyri ferðafólk, men sunnudagin vóru tað ikki ferðafólk, sum kendu seg drignan at høvuðsstaðnum. Nei, nú vóru tað túsundtals kekkar úr øllum landinum, sum møttist í Prag fyri at mótmæla forsætisráðharranum.

Orsøkin til at fólk í Kekkia eru ónøgd við forsætisráðharran er, at Babis er ákærdur fyri fíggjarsvik í samband við ES. Hetta síggja túsundtals kekkar sum eina hóttan móti demokratiinum og teirra lógarverki.

Men um tú spyrt Babis, so hevur hann ongar ætlanir um at gevast sum forsætisráðharri. Tí sambært Babis, so hevur hann ikki gjørt nakað skeivt

(Her sært tú ta stóru fjøldina, sum er savnað fyri at mótmæla forsætisráðharranum Andrej Babis. Kelda: BBC)