Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum - men hesaferð var lagið ikki so gott, sum tað plaga.
Løgreglan hevur skrivað í frágreiðingina frá náttini, at tað var ringur stemningur ímillum ymsar bólkar av fólki.
Løgreglan var mannsterk í býnum, men tey fingu ikki forða fyri, at bardagi tók seg upp. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi varð ein maður handtikin og settur í brummuna. Hann er akkurát leyslatin aftur, men við sær hevur hann eina bót upp á 3.000 krónur fyri at hava sligist í býnum.
Eisini í Klaksvík vóru boð eftir løgregluni, tí ein maður var so ólátaður, at tey vóru bangin fyri honum.
Tá ið løgreglan kom eftir honum, vildi hann ikki siga, hvør hann var. Annars kunnu fólk lúgva sum tey vilja fyri løgregluni, men tað er bara eitt, tey hava skyldu til at upplýsa, og tað er hvussu tey eita, hvar tey búgva og nær tey eru fødd.
Men tað vildi hesin ikki og tí varð hann handtikin og koyrdur í brummuna at kólna. Men tað varð ein dýr søga at gera seg tvøran upp á hendan mátan, tí tað kostar honum 1.000 krónur í bót.