Ringo Starr 77: Nýggj pláta í september

Í gjár bleiv Ringo Starr 77 ár, og fyrrverandi Beatles-trummarin kemur við eini nýggjari útgávu í september

Emil Lisberg Jacobsen
8. juli 2017 kl. 18:01

Í gjár bleiv Ringo Starr 77 ár, og fyrrverandi Beatles-trummarin kemur við eini nýggjari útgávu í september. Paul McCartney verður við á tveimum av løgunum.

Ringo Starr bleiv 77 ár fríggjadagin, og hann hátíðarhelt dagin við at kunngera, at ein nýggj útgáva kemur 15. september. Hetta verður 19. soloútgáva hjá Ringo Starr, og hon fær heitið ”Give More Love”. Og Paul McCartney skal vera við á tveimum av løgunum.

”Vit eru vinmenn enn,” sigur Ringo Starr við Reuters um Paul McCartney. Teir báðir eru teir einastu av The Beatles, sum enn eru á lívi.

”Hann ferðast nógv og hevur sítt egna lív. Eg ferðist eisini nógv og geri plátur, og hann var í býnum, so eg ringdi til hann og segði honum, at eg hevði onkran sang, hann kundi spæla við í.”

Ringo Starr sigur, at Paul McCartney er ”mest melodiski bassspælari í verðini” og at hann elskar mátan, hann spælir uppá.

Tá The Beatles fóru hvør til sítt í 1970, fór Ringo Starr eins og hinir tríggir at gera sínar egnu soloútgávur. Tær hava tó ikki verið eins væl umtóktar og tær hjá hinum trimum beatlunum.

Kelda: Reuters