Summarið 2017 hevur verið serstakliga vánaligt hjá filmsfeløgunum í Hollywood, tá tað um inntøkur ræður. Og júst farna vikuskiftið bar av. Tað veit enska blaðið The Telegraph at siga í dag.
Mánadagin var Labor Day í USA. Tað er frídagur, og tískil er talan um eitt langt vikuskifti hjá amerikanarum. Vanliga kemur onkur nýggjur filmur í biografarnar hetta vikuskiftið, men fyri fyrstu ferð í nógv ár kom eingin nýggjur filmur í ár. Og tað sást eisini aftur í atgongumerkjasøluni, tí hon var 45% minni enn sama vikuskiftið í fjør.
Samanumtikið hevur atgongumerkjasølan í USA í tíðarskeiðnum frá mai til september verið minni enn 3,8 mia. dollarar, og tað eru 16% minni enn sama tíðarskeið í fjør. Og tað er fyrstu ferð síðani 2006, at inntøkurnar ikki vóru hægri enn fýra milliardir dollarar, tá komið var inn í september.
Vit skulu heilt aftur til 1995 fyri at finna eitt vánaligari summar. Tað árið vóru Apollo 13 og Pocahontas best umtóktu filmar í USA.
Dýr flopp
Sum heild hevur hetta árið verið merkt av dýrum filmum, sum hava floppað. Pirates of the Caribbean og Transformers vóru báðir teir fimtu í røðini av sínum slag og fingu lutfalsliga lítla undirtøku í USA, hóast teir vóru vælumtóktir aðrastaðni.
King Arthur: Legend of the Sword, Baywatch, The Dark Tower, The Mummy og Valerian and the City of a Thousand Planets livdu heldur ikki upp til vónirnar, tá tað ræður um seld atgongumerki.
Ein av teimum fáu væleydnaðu filmunum var Dunkirk, sum seldi atgongumerki fyri 178,8 mió. dollarar í USA.
Og enn sum áður eru superhetju-filmarnar millum teir best umtóktu í USA. Tríggir av toppskorarunum vóru Wonder Woman, Guardians of the Galaxy Vol. 2 og Spider-Man: Homecoming, skrivar The Telegraph.
Kappast við Netflix
Er filmsvinnan so í kreppu? Ivaleyst er tað at taka ov rívan til at siga so, men vánaliga gongdin kemur samstundis sum Netflix og aðrar tænastur taka seg fram.
Við Washington Post sigur Ross Gerber, forseti í íløgufelagnum Gerber Kawasaki, at stórar sjónvarpshendingar, stroymingtænastur á netinum, sosialir miðlar og alt ov nógvir “sequels” – uppfylgjarar til upprunaligar filmar – øll gera sítt til, at færri fólk ganga í biograf. Til dømis settu boksidysturin millum Floyd Mayweather og røðin Game of Thrones 7 bæði met.
Enn er árið tó ikki liðugt, og filmsfeløgini vóna, at støðan fer at batna, áðrenn árið er úti. Til dømis verður nógv væntað av “It”, sum kemur út í hesi vikuni.