Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging rindað kundum 254 milliónir í endurgjaldi. Tað sigur Betri Trygging í tíðindaskrivi. Tey siga, at tað er umleið 100 millliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør.
Ein partur av orsøkinum er ódnin í januar, men tað hava eisini verið stórir skaðar á vinnubygningar.
– Hóast vit hava eitt yvirskot, gav tryggingarvirksemið hall fyrsta hálvár í ár, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, í tíðindaskrivi.
Men hon leggur afturat, at soleiðis er tryggingarvirksemið. Nøkur ár, tá ið fáir skaðar eru, er yvirskotið stórt. Onnur ár, tá ið nógvir skaðar eru, er hall.
– Og í góðu árunum mugu vit tryggja okkum, at vit megna at standa ímóti tey árini, tá ið stórir skaðar raka – sum teir gera í ár, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.
Fyrru helvt í ár fekk Betri Trygging næstan 7.500 skaðafráboðanir. Bara ódnin í januar elvdi til omanfyri 1.500 skaðar. Hartil hava fleiri álvarsamir skaðar rakt á vinnuøkinum.
– Tryggingarvirksemið snýr seg um, at slíkt, sum vit vóna ikki fer at henda, tíverri kortini hendir viðhvørt. Og hóast vit ikki kunnu gera alt upp í pengum, ger tað kortini mun at fáa eitt endurgjald, tá ið illa vil til. Tað lættir um, so fíggjarligi smeiturin ikki verður eins stórur, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.
Íløgurnar geva gott avkast
Hóast Betri trygging hevur rindað meiri í tryggingargjøldum og til at reka felagið enn tikið er inn í tryggingargjøldum, vísir hálvársroknskapurin kortini eitt yvirskot upp á 22 milliónir kr. Orsøkin er, at íløgurnar hava givið sera gott avkast - tað besta í fimm ár.