Talan er um Býaarskáan, ið er stóra heysttiltakið í økinum. Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð fyri tilboðsprísir, eta góðan mat og uppliva ymisk pop-up tiltøk.
Handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu við ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Afturat jólasøluni í ymsu handlunum ber m.a. til at taka eina jólamynd inni á Visit Runavík, eta lekkran mat á Street Food økinum, hoyra søgur á Bókasavninum, síggja listaframsýning í Gulu Smiðju, fara til stand-up, bókaprát og konsert í Løkshøll og uppliva pop-up marknaðin í gamla býráðssalinum.
Handlarnir hava opið frá kl.10:00 til miðnátt leygarkvøldið 2. november og frá kl.14:00 til kl. 20:00 sunnukvøldið 3. november.
Tann stuttliga og afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður eisini, og vinningurin er - sum altíð - góður!
Kunning um tiltøkini er at síggja á byarskain.fo og á facebook vanganum; “Býarskái í Runavík”.