Síðani Donald J. Trump tók við sum forseti í USA tann 20. januar 2017, hevur óvanliga nógv verið tosað og skrivað um, at hann neyvan fór at gerast gamal í forsetasessinum. At hansara framfýsna framferð sum forseti fór at føra við sær – fyrr heldur enn seinni – at ríkisrættarmál allarhelst fór at verða reist ímóti honum. Í løtuni er tað tó einki sum bendir á, at ríkisrættarmál er ávegis. Og skal ríkisrættarmál reistast móti Donald Trump áðrenn 2019, so skal tað samtykkjast av hansara egna flokki, tí Republikanararnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum í øllum førum fram til tá
Í USA eru tveir hættir at reka forsetar úr sínum embæti móti teirra vilja. Annar er, at ríkisrættarmál verður ført móti forsetanum, og at hann har verður funnin sekur. Hin er, at forsetin verður mettur at verða óegnaður, av einhvørjari orsøk, at røkja starv sítt. Fyri at fáa forsetan mettan sum óegnaðan krevst, at varaforsetin, saman við helminginum av ráðharrunum í stjórnini, geva boð til Kongressina um, at forsetin ikki longur er egnaður at røkja embæti sítt. Henda áseting er at finna í stykki 4 í 25. ískoytinum til amerikonsku grundlógina, men hon hevur ongantíð enn verið nýtt.
Men ríkisrættarmál hava tó verið roynd móti forsetum í USA. Síðani stovnanina av forsetaembætinum í 1789 eru ríkisrættarmál innleidd móti trimum forsetum, har tvey av hesum endaðu við dómi – og báðu ferðirnar blivu forsetarnir frídømdir. Fyri at reka ein forseta úr sínum embæti við ríkisrættarmáli krevst, at forsetin verður funnin sekur í at hava framt svik, tikið ímóti mutri, ella hevur framt onnur brotsverk ella misbrot. Men hóast orðingin er ógvuliga breið, so er hon bert ætlað til álvarslig brot á embætisførsluna hjá forsetanum.
Tann fyrsti forsetin, sum var ákærdur í ríkisrættarmáli, varð Andrew Johnson í 1868, og tann næsti og seinasti forsetin higartil, var Bill Clinton í 1998. Báðir blivu funnir ósekir í teirra ríkisrættarmálum. Og allarhelst man Richard M. Nixon hava sæð skriftina á vegginum í Kongressini í 1974, tá hann valdi at leggja frá sær sum forseti, áðrenn ríkisrættarmál hansara veruliga var komið í gongd. Tað verður mett rímiliga sannlíkt, at Nixon hevði verið funnin sekur, hevði hann ikki lagt frá sær áðrenn. Men hetta finna vit so aldrin útav.
Leiðin til ríkisrættarmál
Tað er einans Kongressin, sum hevur heimild at reisa ríkisrættarmál ímóti forsetanum, og harvið seta hann frá valdinum. Borgarin ella vanliga ákæruvaldið hava ikki slíka heimild. Inni í Kongressini er spurningurin býttur í tvey. Málið skal byrja í Umboðsmannatinginum, har einhvør limur hevur heimild at byrja eitt ríkisrættarmál. Men vanliga eru tað tó fleiri umboðsmannatinglimir saman, sum velja at senda spurningin um ríkisrættarmál í nevnd.
Gjørt verður uppskot, har ákærurnar móti forsetanum standa í. Síðani verður atkvøtt um ákærurnar, annaðhvørt sum samlað uppskot ella hvørja ákæru sær, har vanligur meiriluti ræður. Hetta merkir samstundis, at um flokkurin hjá forsetanum hevur meiriluta í Umboðsmannatinginum, so verður ógvuliga trupult at fáa reist eitt ríkisrættarmál móti forsetanum.
Um meiriluti fæst í Umboðsmannatinginum fyri ákærurnar, ella bara einstaka av ákærunum, verður málið sent víðari til Senatið. Í Senatinum byrjar so sjálvt ríkisrættarmálið. Forsetin í amerikanska hægstarættinum leiðir rættarmálið. Senatið er nú at líkna sum ein dómstólur, har nakrir senatorar eru ákærar, og har forsetin hevur sín egna verja. Fyri at verða dømdur sekur, skulu 2/3 av senatorunum atkvøða fyri ákærunum. Tað eru í dag 100 senatorar íalt, so 67 av teimum skulu atkvøða fyri. Og tað er ógvuliga ósannlíkt, at ein einstakur flokkur hevur 2/3 av senatorunum. So fyri at verða dømdur krevst vanliga, at eisini floksfelagar hjá forsetanum atkvøða fyri tí.
Andrew Johnson í 1868
Andrew Johnson stillaði upp sum varaforseti saman við Abraham Lincoln til forsetavalið í 1864. Abraham Lincoln, ið verður mettur sum stovnarin av Republikanska flokkinum, valdi til forsetavalið í 1864 at biðja ein demokrat stilla upp saman við sær. Amerikanska borgarakríggið var í hæddini, og valdi Abraham Lincoln sær ein suðurstatsdemokrat sum varaforsetavalevni í eini roynd at savna tjóðina. Abraham og Andrew vunnu sum kunnugt forsetavalið, og byrjaði næsta forsetavalskeið hjá Abraham Lincoln tann 4. mars 1865. Men Lincoln fekk einans 42 dagar í forsetasessinum í øðrum valskeiði, tí hann bleiv myrdur longu tann 15. apríl hetta árið. Og hetta merkti samstundis, at demokraturin Andrew Johnson bleiv forseti restina av valskeiðinum.
Andrew Johnson bleiv við ríkisrættarmáli ákærdur fyri at bróta serligu lógina um uppsøgn av embætismonnum. Lógin skuldi tryggja, at Andrew Johnson ikki koyrdi sínar ráðharrar úr starvi, uttan at Senatið hevði góðkent uppsagnirnar fyrst. Lógin bleiv sett í gildi í 1867, og var hon beinleiðis gjørd fyri at verja tásitandi krígsmálaráðharran í USA, Edwin M. Stanton. Krígsmálaráðharrin var republikanari og var upprunaliga tilnevndur av Abraham Lincoln, sum eisini var republikanari. Men nú demokraturin Andrew Johnson hevði tikið yvir forsetaembætið eftir deyða Lincolns, metti Kongressin – sum hevði stóran republikanskan meiriluta – at serlig verja mátti setast í verk, fyri serliga at verja ráðharrarnar í stjórnini, sum Andrew Johnson hevði arvað frá Abraham Lincoln.
11 ymiskar ákærur blivu samtyktar í Umboðsmannatinginum og sendar til Senatið í ríkisrættarmálinum. Senatið tá í tíðini hevði 54 senatorar íalt, so 36 av teimum skuldu atkvøða fyri ákærunum. Tríggjar reisur bleiv atkvøtt, men hvørja ferð bleiv úrslitið 19 ósekur móti 35 sekur. Harvið bleiv Andrew Johnson ikki dømdur í ríkisrættarmálinum og kundi halda fram sum forseti. Nevnast skal eisini, at embætismannauppsagnarlógin seinni bleiv viðgjørd av amerikanska hægstarætti, í einum øðrum rættarmáli, og har metti hægstirættur, at lógin var í stríð við amerikonsku grundlógina.
Richard M. Nixon í 1974
Vanliga verður Nixon havdur á lofti, tá talan er um ríkisrættarmál í USA. Hetta er tó formliga ikki rætt. Gongdin til ríkisrættarmálið móti Nixon byrjaði í oktober 1973 í Umboðsmannatinginum, har Umboðsmannatingið bleiv samt um at seta fram uppskot við trimum ákærum móti Nixon. Hetta vóru ákærur, sum komu av Watergate-gøluni, har harkalið frá Repulikanararunum høvdu brotið inn í Watergate-kontórbygningin í Washington D.C., har Demokratarnir høvdu høvuðssæti. Innbrotið í Watergate-kontórbygnining fór fram 17. juni 1972, men ikki fyrr enn í oktober 1973 var málið komið so tætt at forsetanum, at Umboðsmannatingið byrjaði at kanna eitt møguligt ríkisrættarmál ímóti Nixon.
Hóast Republikanararnir høvdu meirilutan í Umboðsmannatinginum, so var stemningurin vendur so nógv ímóti Nixon, at har fór allarhelst at vera meiriluti fyri ákærunum ímóti honum. Tískil valdi hann tann 9. august 1974 at siga seg úr forsetaembætinum, og harvið endaði ríkisrættarmálið móti honum, áðrenn tað var byrjað. So formliga var ongantíð nakað ríkisrættarmál ímóti Nixon.
Eftir at Nixon hevði lagt frá sær, var tað varaforseti hansara Gerald Ford, ið tók við sum forseti. Og bert góðan mánað eftir, at Gerald Ford var fluttur inn í Hvítu húsini, valdi hann at náða Richard M. Nixon í Watergate-ákærunum ímóti honum. Henda náðanin var ógvuliga umstrídd, og verður oftani søgd at vera høvuðsorsøkin til, at Gerald Ford tapti forsetavalið eftirfylgjandi í 1976.
Bill Clinton í 1998
19. desember 1998 var ríkisrættarmál innleitt móti Bill Clinton við tveimum ákærum – fyri at hava logið undir eiði og fyri at hava forðað fyri rættvísi. Ákærurnar stavaðu frá einum øðrum rættarmáli móti Clinton, har Bill Clinton var ákærdur fyri kynsligan ágang móti Paulu Jones, sum hevði arbeitt hjá honum, meðan hann var guvernørur í statinum Arkansas. Ágangurin skuldi verið farin fram á einum hotellkamari í høvuðsstaðnum í Arkansas, Little Rock, tann 8. mai 1991. Hetta meðan Clinton var guvernørur í Arkansas.
Í rættarmálinum royndi ákærin at tekna ein mynd av Bill Clinton sum ein maður, ið fleiri ferðir hevði framt kynsligan ágang móti øðrum kvinnum, sum høvdu arbeitt hjá honum. Ákærin kallaði tí inn fleiri kvinnur, sum tey væntaðu, at Bill Clinton hevði havt kysnligt samband við. Og tað var her, at kvinnan Monica Lewinsky kom inn í myndina.
Í rættarmálinum móti Paulu Jones noktaði Bill Clinton fyri at hava havt nakað kynsligt samband við praktikantin í Hvítu húsunum, Monicu Lewinsky. Ein trupulleiki var tó, at Monica Lewinsky hevði fortalt einum starvsfelaga hjá sær, Lindu Tripp, um tær hugnaløtur, sum hon hevði havt saman við forsetanum. Og enn verri, Linda Tripp hevði tikið hesar samrøður upp á band. Og so ikki at gloyma, so vóru eisini prógv um hesar hugnaløtur á einum kjóla hjá Monicu. Og Linda fekk enntá sannført Monicu um, at hon skuldi ikki senda kjólan til reinsingar.
Málið um Monicu og Bill bleiv ein sonn skandala, uttan iva tann størsta av sínum slag. Men tað var ikki ótrúskapurin hjá Bill Clinton, sum førdi til ríkisrættarmálið, tað var hinvegin tann sannroynd, at hann hevði logið undir eiði um hesar hendingar. Bill Clinton bleiv tó fríkendur í Senatinum fyri báðar ákærurnar tann 12. februar 1999.
Eftirfylgjandi fylgur ella fyrigeving?
Verður ein funnin sekur í einum ríkisrættarmáli, verður ein rikin úr sínum embæti, og verður bannaður at fáa nýtt føderalt embæti fyri lívstíð. Men ríkisrættarmál taka einans støðu til embætisspurningin, ríkisrættarmál taka ikki støðu til, um ein eisini skal dømast at rinda endurgjald, ella kanska enntá dømast í fongsul. Men tað er einki sum forðar fyri, at frákoyrdi forsetin seinni verður dømdur at rinda endurgjald ella dømdur fongsulsrevsing fyri tey brot, hann framdi í sínum embæti. Men hetta verður tó gjørt við vanligum rættarmáli, og ikki við ríkisrættarmáli.
Tað er eitt serstakt við allari hesari skipan, og er tað tað, at einhvør forseti altíð hevur heimild at náða persónar, sum hava forbrotið seg ímóti føderala statinum. Forsetin hevur tó ikki heimild til at náða seg sjálvan í sambandi við eitt ríkisrættarmál. Men um forsetin verður rikin úr embæti sínum, ella hann sjálvur velur at siga seg frá, so er tað varaforsetin, sum tekur við sum nýggjur forseti. Og varaforsetin, sum jú bleiv valdur inn í Hvítu húsini saman við upprunaliga forsetanum, kann altíð náða fráfarna forsetan, tá hann sjálvur gerst forseti. Og hetta var júst tað, sum hendi í málinum um Richard M. Nixon. Og hetta kann sjálvsagt eisini henda aftur næstu ferð, ein forseti fellur í slíka ónáði.
Mynd: 100 senatorar verða tiknir í eið sum juristar í sambandi við ríkisrættarmálið móti Bill Clinton á sinni. Mynd: EPA